1. oktober hevur ST ásett at verða altjóða eldradagur, og hesin dagurin varð eisini hildin 30. septembur í høvuðsstaðnum. Tað var mær ein sonn gleði at síggja so nógvar javnaldrar, og tey sum eldri vóru, verða sjónlig í allmenna rúminum henda dag. Satt at siga, er tað ikki so ofta, at vit eldri trýna fram og gera vart við okkum. Lesur ein bløðini, setir seg á Hvonn ein seinnapart ella vikuskiftiskvøld, gongur sær ein túr eftir Havnarvág ella gjøgnum sørvágsbygd, er tað rámandi, hvussu hesi rúm eru undirumboðað av eldra ættarliðnum. Eitt undantak er, tá ovurstóru ferðaskipini yvirtaka alt kajplássið í Havn, og útlendskir eldhugaðir og ágrýtnir pensionistar floyma í land. Tað er ein sonn gleði at síggja, og hevði eg ynskt, at myndin av føroyska samfelagnum á sama hátt varð meira málað av eldra huglagnum.
Tað verður ofta tosað um, at tað eigur at verða javnvág í teimum fólkum, sum umboða okkum á tingi – javnrættindi skulu vera millum menn og kvinnur. Hetta er sjálvsagt. Tað er eisini ein annar javnrættur, sum vit eiga at hugsa um og lata koma fram í verki, og tað er rætturin hjá teimum, sum eru eldri og gomul. Hesi fólk hava politisk og samfelagslig áhugamál og eiga tí eisini at lata seg umboða á tingi og skulu ikki lata seg forfjóna.
Tey eldru hava øll gjørt sína skyldu í samfelagnum, sum arbeiðsmegi, sum mammur, pápar, abbar og ommur, og tey ríka okkara samfelag við sínum vísdómi og ómissandi lívsroyndum. Samfelagið alt hevur einaferð ligið á herðum teirra, og vit kunnu takka teimum fyri, at vit eru komin higar, vit eru. Vit mugu ikki nakrantíð gloyma hitan av hondunum á teimum, ið hava borið okkum fram og hava tikið stór og neyðug lógvatøk okkum at gagni. Tískil hóar mær lítið nú politikararnir, kanska ikki so nógv hjá okkum sum aðrastaðni, eru farnir at tosa um eldrabyrðuna. Hetta er eitt sera ódámligt orð. Byrðar koma altíð at skula berast, av øllum í samfelagnum, eisini av teimum børnum, sum fødd verða í dag, men lyfta vit saman, er byrðan lættari:
Ábyrgdin á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.
Øll vóna vit, at tey sum koma aftaná okkum, fara at duga at bera byrðuna betur enn vit – og tað eydnast fyri tað mesta hjá teimum eisini, men fyri tað eiga eldri og gomul fólk ikki at halda seg aftur, men eiga eisini – um heilsan er til tað – sjálvandi at gera vart við síni politisku ella samfelagsligu sjónarmið, so tey ikki verða fyri vanbýti. Tað er so skjótt at verða burturgoymdur og marginaliseraður í øllum meldrinum í tí modernaða samfelagnum, um ein ikki ger vart við seg.
Tað eru nógv eldri fólk, sum hava ein góðan knokk, grundleggjandi vitan og royndir, og sum hava ómetaliga nógv at geva samfelagnum og hvørjum øðrum.Vit skulu lurta eftir teimum, og tað eiga vit at gera. Meginparturin av tí, sum eg havi fingið av skafti og skrivað um sum fólkalívsfrøðingur, byggir á tað, sum eldri fólk hava sagt mær. Tað eri eg teimum inniliga takksamur fyri, tí tey hava hjálpt mær at gera land og fólk okkara munandi størri í orðum og í søgu. Takk fyri tað. Tað sum eg ætli mær at arbeiða fyri er, at tey eldru skulu fáa tað lættari og fáa eitt gott, ríkt og hugaligt lív, tá sólin á kvøldi setur. Sólsetur er eisini vakurt.
Vit skulu liva sum ein dagur var sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar