fredag den 14. oktober 2011

Tað liggur enn í hondunum!

Seinasta apríl 1959 fylti eg 14 ár. Fór úr skúlanum sama dag og út á flakavirkið hjá N. Niclasen at arbeiða. Flakavirkið hjá N. Niclasen var eitt tað fyrsta í landinum. Har lærdi eg at mæla minkafóður, skera flak og glasera kalvar við at spula teir við vatni, áðrenn teir vóru hongdir upp í frystirúminum. Glaseringin gjørdi, at teir ikki tránaðu so skjótt. Hevur tú lært at skera flak ella flekja, so verður tað liggjandi í hondunum alt lívið, sum so mangt annað handaligt, tú lærir sum ungur. Ta tíðina, eg hetta árið arbeiddi hjá N. Niclasen, eydnaðist tað mær at detta av einum lastbili og niður á dekkið á Vesturvón (línubátinum) og bráka mær ryggin, sama dag fekk eg eina stóra slisku beint í andliti, so nøsin skrædnaði. Karen Boe Niclasen, lækni, sum var gift við Dánial Niclasen seymaði nøsina aftur, men arrið er har enn.

Teir gomlu sørvingarnir, sum arbeiddu á flakavirkinum, liva allir enn í huganum: Hans í Beiti, Jógvan hjá Bíggjar-Hansi, Hilmar hjá Dáva-Martinu, Sommer og nógvir aðrir hugnaligir menn og ikki minst Dánial sjálvur, sum altíð var so nýfikin, at fekk hann eitt nýtt amboð t.d. eina nýggja trillubøru, so dámdi honum best at royna trillubørina sjálvur, áðrenn hon varð latin til almenna nýtslu á virkinum. Fái eg stundir, tá eg eri í Sørvági, koyri eg mær altíð ein túr út á keiina í Sørvági, hyggi í pierholið og at pakkhúsunum.

Eitt summarið var eg sum 17-ára gamal arbeiðsformaður hjá Hugo, morbróðir,  í sambandi við, at ein sending av saltfiski skuldi pakkast og avskipast. Eg hevði millum annað til uppgávu at bunta fiskin niður í eina trærammu, har eitt posalørift varð lagt niður í. Band skuldi knýtast um buntið, knútarnir, sum knýtast skuldu, liggja enn í hondunum. Eisini skuldi eg merkja posaløriftið. Men Hugo var illur, tá eg av eini misskiljing okkara millum kom at merkja meginpartin av fiskapakkunum við frámerkinum AT 13,  ið var uttan meining. Hetta frámerkið hevur brent seg inn í minnið hjá mær. Eg mátti pakka alt umaftur, áðrenn fiskurin varð avskipaður, men tað eydnaðist, og Hugo fyrigav mær. Bygdin, sum tú bert inni í tær, hongur við so leingi tú livir.

Eftir summarfrítíðina 1959 byrjaði framhaldsskúli fyri fyrstu fer í Sørvági. Eg var so heppin, saman við so mongum øðrum, at sleppa í framhaldsdeildina og eftir seinasta árinum á skúlanum á Giljanesi fekk eg preliminerprógv í 1962. Hetta var fyrsta ættarliðið, sum tók framhaldsútbúgving í Vágum, og við hesum byrjaði ein nýggj tíð, sum hevur hildið á síðani, og broytingarnar í heimbygdini hava verið stórar.

D. Danielsen, fyrstilærarin, var sjálvandi fegin um henda framburð, men í eini hugsunarsamari røðu vísti hann eisini á vandan fyri, at tað við framhaldsskúlanum kom at verða framleitt ein tann dýrasta og besta útflutningsvøra vit áttu: útbúgvin ungdómur. Kanska fór onkur burtur fyri well, men tey flestu komu at verða verandi, um ikki í Sørvági, so í Føroyum. Var vandin fyri ungdómsútflutningi tá, er hann ikki minni nú heimurin liggur opin fyri ungdóminum. Men vit mugu ikki skerja frælsi teirra, men síggja til, at samfelag okkara ikki bert gevur teimum útbúgving og læru, men eisini aftaná gevur rúm og arbeiði til øll, bæði tey, sum arbeiða handaliga, og tey sum arbeiða andaliga, annars fara tey. Tað krevur, at vit seta okkum greið mál og halda kósina og ikki sigla í “vildensky”, sum Livi-Laurits segði. Fær ungdómurin lívsmøguleikar í Føroyum, kemur hann aftur til bygd og til bý.

Jóan Pauli Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Ingen kommentarer:

Send en kommentar