torsdag den 27. oktober 2011

Gevið keisaranum tað, ið keisarans er...?



 
Jóan Pauli Joensen, valevni Javnaðarflokksins, Listi C

Í Matteus 22, vers 15-22 hoyra vit longu um skatt, tá fariseararnir spurdu Jesus: “Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?” Fólk hava goldið skatt til allar tíðir, men fyrr fór hann allur til keisaran, kongin ella fúrstan, so hesir fingu ráð til fyrisiting og embætismenn, til at fara í kríggj, til at byggja sær slott og prýðiligar bygningar og ráð til at dugna sær og sínum. Aðalsmenn sluppu heilt undan at gjalda skatt, tey ríku sluppu lættari, men eingin bøn var fyri teimum, sum hildu til á niðastu rók í samfelagnum. Tey, sum hava livað av hondum sínum og arbeiði sínum, hava altíð goldið sín part av samfelagnum og væl tað. Teirra lutur var bert at gjalda og ikki at valda – og einki fáa aftur fyri tað, sum tikið varð frá teimum.

Skattur og vælferð
Meginparturin av skattinum í dag verður borin okkum aftur sum samhaldsfastar vælferðartænastur, eitt nú til barnagarð, skúla, heilsutænastur, almannaverk og fólkapensjón. Hugsið tykkum, hvussu tað hevði verið vorðið, um hvør einstakur skuldi goldið fyri alt hetta av egnum lumma og ongan annan møguleika hevði? Vælferðarsamfelagið er komið við tógvi stríð, tí bólkar í samfelagnum, eitt nú Javnaðarflokkurin, hava arbeitt hart fyri hesum. Tað er nú so fastgrógvið, at tað er neyvan nakar flokkur, sum við sítt fulla vit og skil vil sleppa fólkinum upp á fjall, tá tað um vælferðartænastur ræður. Vit kunnu øll verða samd um, at skatturin er alt ov høgur, og at tað skal loysa seg at arbeiða, men tað má eisini loysa seg hjá øllum føroyingum at liva í hesum landi og fáa eitt gott lív. Øll, sum tjena pengar, skulu gjalda til vælferðina. Tí øll hava vit brúk fyri henni. Tað mugu í komandi árum munandi broytingar gerast í samfelagnum fyri at økja um inntøkugrundarlagið hjá landinum.Tað verður ikki gjørt við lyftum upp á hvamsvís, nú beint upp undir valið, tí slíkum lyftum er sjáldan hald í. Tað er aftaná valið, at langtíðarætlanir og langtíðarsemjur um eina strategi fyri búskaparligum vøkstri skulu gerast. Eftir valið verður neyðugt at fara seriøst til verka og halda fokus á búskaparvøkstur og finna semjur, sum røkka longur enn eitt valskeið. Og tað verður neyðugt at standa politiskt saman og ikki seta fótonglar í vegin fyri at markera seg politiskt.

Almennu starvsfólkini oysla ikki
Fyri at skapa vøkstur mugu vit tí eisini við samhaldsføstum skili tálma útreiðslunum, so mest nytta fæst burtur úr hvørji skattakrónu. Vit vilja øll gjalda minst møguligt í skatti, samstundis sum vit krevja alsamt betri og fleiri vælferðartænastur. Vit mugu á fleiri økjum tora at velja og at taka avgerðir, har vit síggja fram um nøsina. Vit mugu tora at fremja politikk og ikki lata standa til við skilaleysari suboptimering ella skilaleysum politiskum prestiguprojektum og valagnum. Tað skal sparast frá almennari síðu, men tað eru ikki tey alment løntu starvsfólkini, sum oyðsla landsins pening burtur. Tey koma eldhuga í starv og gera sítt arbeiði til lítar, men sleppa ikki at arbeiða í frið. Tey verða hildin sum gísli og brúkt sum kastibløka, tí alment løntir politikarar ikki kunnu standa saman og taka varandi avgerðir um fakeindir, stovnar, ráð og málsøki, men hoyggja alt til við at loypa frá eini avgerð til eina aðra. Tað er hetta, sum spillir pening hjá skattaborgarunum. Um alment sett starvsfólk vóru vird og fingu frið at arbeiða, ivist eg ikki eina løtu í, at nógv meira fekst fyri pengarnar, men alt kostar.

Eitt er tó vist, vit hava sum heild ongantíð fingið so nógv fyri skattakrónurnar sum í dag, takkað verið eini samhaldsfastari samfelagsskipan. Fyrr vórðu tey knokkroytt fyri líka nógv upp á seg í skatti, men keisarin fór við øllum. Eitt slíkt samfelag ynskja vit okkum ikki aftur, latum okkum heldur siga sum Grundvig gamli segði: “Da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt.”  

fredag den 21. oktober 2011

Leiðin fram



Um ikki at sætta sær sjálvum, men verða til felags gagn

Jóan Pauli Joensen
Valevni Javnaðarfloksins. Listi C.

Í hesum døgum royna vit valevni at selja okkum sum frægast. Úrslitið av valinum vil vísa, um eg havi dugað tað ella ikki. Aftaná 29. oktobur hevur Føroya fólk fingið ta vøru, í hesum føri tey tingfólk, sum tey ynskja sær og tískil tað Løgting, sum vit hava uppiborið. Tí ræður um at velja fólk, sum eisini aftaná valið, tá sølutriksini eru gloymd, duga at hugsa og leggja orku í at finna loysnir, fyri at tað skal verða gott at liva í Føroyum hjá okkum øllum. Latið okkara tingfólk koma at verða skilagóð fólk við hjartanum á rætta staði. Latið tingfólkini veruliga vilja nýta tær gávur, sum Várharra hevur givið teimum at taka neyðugar avgerðir, okkum eldri sum yngri at gagni, ið búgva her í dag, men eisini okkum øllum at gagni um fleiri ár.

Útgangsstøðið má verða tað sama
Vit skulu brúka politisku megina positivt til at gera tað lættari og liviligari hjá øllum føroyingum. Hannah Arendt var kvinniligur týskur teoretikari og jødi, sum noyddist at flýggja til USA undir seinna heimsbardaga. Hon segði so rætt, at tað at seta øll fólk javnt er úrslitið av eini menniskjasligari skipan. Tí øll menniskju eru ikki fødd javnsett. Várharra hevur givið okkum ymiskar gávur og byrðar at bera í lívinum. Javnaðarflokkurin ynskir, at fólk sjálvi skulu sleppa at forma sítt lív og avgera sín leiklut í samfelagnum. Karmarnir í samfelagnum skulu tó skipast soleiðis, at útgangsstøði hjá øllum føroyingum fyri hesum verður tað sama, soleiðis at allir føroyingar hava møguleika til eitt frælst, virðiligt og eydnuberandi lív.

Fáa tað besta burtur úr øllum gávum fólksins
Javnaðarflokkurin vil  stuðla og hjálpa teimum, sum krevja umsorgan og hjálp, men flokkurin vil eisini stuðla teimum fólkum, sum vilja smíða sær eydnuna góða við teimum evnum, sum skaparin gav, og sum vilja sær sjálvum slóðir at bróta. Tey gávuríku og skapandi fólkini, skulu fáa møguleikar at brúka gávur sínar sær sjálvum og heildini at gagni. Vit vilja stuðla eldsálunum og geva teimum møguleika at slóða fyri og finna nýggjar leiðir á øllum økjum, tað verið seg búskaparliga, vinnuliga, útbúgvingarliga ella mentanarliga. Skúlin skal verða fyri øll, men tað merkir eisini, at vit skulu geva teimum gávuríku børnunum bestu umstøður at troyta gávur sínar, so tey ikki kenna seg at verða sloppin upp á fjall, tí væntað verður, at tey fara at klára seg kortini. Tað gera tey óivað, men hví ikki fáa tað allarbesta burtur úr gávum teirra til felags gagn? Tað sama er galdandi fyri alt útbúgvingarøki, fyri gransking og fyri mentan og mentanarlív.

Ikki síggja við eygum hjá øðrum
Fyri at vit skulu kunnu menna hetta samfelagið munandi er neyðugt, at vit síggja undirvísing, gransking og nýskapan sum eina heild, og sum fyritreyt fyri búskaparvøkstri. Endamálið er, so tíðliga sum gjørligt at leggja niður í tey ungu týdningin av, at vinna sær kunnleika, at læra at menna sítt forvitni og sín kreativitet og at verða opin fyri tí, sum at enda verður til gransking og nýskapan. Annars er vandin, at vit verða hangandi í  gamlari vanahugsan, ella sum Rasmus Effersøe sigur tað:

Summi tey durva og falla í fátt
millum tey stóru og ríku í gørðum,
hugsa sum hini í stórt og í smátt,
síggja við eygum frá øðrum.


Einglavakt samfelagsins
Vit skulu framhaldandi hava eitt vælferðarsamfelag, har vit taka okkum av øllum teimum, sum ikki eru so væl fyri, sum krevja stuðul og umsorgan longu tíðliga í lívinum, sum krevja heilsubót og teimum, sum fara inn í ellisárini. Almannastovan og Nærverkið skal verða einglavaktin  hjá teimum, sum hava brúk fyri hjálp og umsorgan her á fold, so tey kunnu kenna seg trygg og í góðum hondum. Vít mugu síggja til, at allar játtanir fyrst og fremst fara til primera tørvin, og at sum minst hvørvur í byrokratiskari tómgongd. Vit mugu lata tey, sum duga at arbeiða sleppa at arbeiða. Tað merkir ikki, at vit skulu sleppa stýringini, men álit í eini skipan skapar meira álit og størri ábyrgd hjá starvsfólkunum.

Solidariskt skil
Ein stórur partur av fólkinum, hóast tey eru virkin og arbeiða, hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, tí tey verða nívd av skatti og einum høgum livikostnaði. Tað er tí mark fyri, hvussu nógvur peningur kann verða tikin frá teimum um skattin til umskipan av vælferðini. Við solidariskum skili skulu vit tálma útreiðslunum, so mest nytta fæst burtur úr hvørji skattakrónu, og at arbeiðshugurin ikki verður tikin frá nøkrum. Koma vit til tað, sum Grundvig gamli segði: “Da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt”, er nógv vunnið. Men eitt er kortini vist. Vit hava ongantíð fingið so nógv burtur úr skattinum sum í dag. Fyrr guldu tey upp á seg líka nógv, men keisarin fór við øllum til sín sjálvan.

Vit hava ta ábyrgd, sum vit taka okkum
Eingin ivi er um, at Føroyar eru tjóð, og at vit við tjóðskaparrørsluni stóðu saman um at evna til okkara samleika. Uttan mun til, hvønn flokk vit hoyra til, er tann føroyski samleikin ein ómissandi drívmegi í okkum øllum. Nýggja løgtingið skal fremja ein skilagóðan politikk – best er um tað verður í breiðari semju, ið tænir heildini, so tað verður lættari at liva og virka hjá øllum í landinum. Politiskt rakstrarróp hjálpa her eins lítið, sum tað hjálpir at hvessa klørnar móti hvørjum øðrum. Vit hava ta ábyrgd, sum vit taka okkum, og nú mugu vit taka neyðugar og djarvar avgerðir út frá teimum fortreytum, vit hava sum land og fólk. Eingin segði, at tað skuldi verða lætt at stýra rætt.

tirsdag den 18. oktober 2011

Vitan er pallurin - forvitnið er drívmegin


Um at menna Fróðskaparsetrið


Jóan Pauli Joensen
Valevni Javnaðarfloksins

Okkara hægsti lærustovnur skal styrkjast og mennast. Á einum universiteti skal verða bæði undirvíst og granskað, annars er tað ikki eitt universitet. Vit skulu hava bachelorútbúgvingar, masterútbúgvingar og Ph.D.-útbúgvingar, umframt javnan at skipa fyri eftirútbúgvingum og ískoytisútbúgvingum, har brúk er fyri tí. Og so er tað uppá tíðina, at vit fáa eitt ordiligt universitetsumhvørvi.

Uppgávurnar hjá Setrinum eru fyrst og fremst at undirvísa og granska í:
  • øllum tí, sum hevur við føroyskt, mál, mentan og samfelag at gera, tí tað skylda vit okkum sjálvum og okkara egna samleika.
  • øllum tí, sum hevur við føroyska náttúru, serliga havið, og tilfeingi okkara at gera, tí tað er og fer altíð at verða okkara livibreyð.
  • heilsu og í sjúkrarøkt. Vit skulu menna heilsuligu granskingina í Føroyum við at geva læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum á Landssjúkrahúsinum møguleika at granska, so Landssjúkrahúsið fær status sum universitetssjúkrahús, har tað fakliga letur seg gera.
  • vinnufakum og handilsfakum, serliga tí sum hevur við sjóvinnu og fiskivinnu at gera, og miðvíst leggja lunnar undir gransking á hesum øki fyri at skapa búskaparligan vøkstur.
  • námsvísindum fyri at gera skúlaverk okkara til eitt tað besta í heiminum, so at næmingarnir í 9.flokki  eru búnir til at fara í miðnámsskúla og handverkaralæru og frá fyrsta degi nøkta tey krøv, sum vitanarsamfelagið setur til læru teirra.

Framhaldandi menning av Fróðskaparsetrinum krevur:
  • at vit gera sáttmálar við onnur universitet um  lærarasamstarv, fyri at kunna geva eitt meira fjøltáttað undirvísingartilboð.
  • at vit gera avtalur við onnur universitet og fáa nyttu av mobilitetsavtalum, so at okkara lesandi í ávís tíðarskeið kunnu fara til onnur universitet at lesa, fáa tað góðskrivað og koma aftur at taka endaligt prógv á Fróðskaparsetrinum.
  • at vit hava fjarlestur  sum part av undirvísingini.
  • at vit menna Altjóðaskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum, so hon kann taka sær av altjóðasamstarvi og kunna øll føroysk lesandi um lestrarmøguleikar og hjálpa útlendskum gestalesandi til Føroya at lesa.
  • at vit gera útbúgvingarnar liðiligar og laga tær eftir okkara tørvi, og uttan ampa javnan rætta og broyta tær, sum tørvurin broytist, uttan at sleppa kravinum um dygd.
  • eisini at geva frálæru á enskum í alt fleiri fakum og útbúgvingum fyri at altjóðagera okkara egnu studentar, men eisini fyri at gera tað lættari at fáa útlendsk lesandi til Føroyar.
  • at vit á altjóða universitetsmarknaðinum bjóða út sjúkrarøktarfrøðiútbúgving móti gjaldi. Tað sama kundi verið galdandi fyri skipsførara- og maskinmeistaraútbúgving og onnur fak við, har vit hava ein serligan førleika – eitt nú  í havfrøði og í føroyskum máli og mentan.
  • at skipa fyri samstarvi við vinnuna um granskingaruppgávur, eitt nú vinnu-Ph.D, sum gevur vinnuni størri vitan at nýta í vinnuligari nýskapan.
  • at vit byggja kollegium og bíligar bústaðir til okkara egnu lesandi og til útlendsk gestalesandi og fáa til vega ein lesisal og eitt savningarstað til øll lesandi og lærarar.
  • at tað verður bíligari at ferðast flogvegis millum Føroyar og onnur lond.

lørdag den 15. oktober 2011

Føroya fólkaháskúli umskipast til Listaháskúla Føroya

Herfyri spurdi Oddfríður Marni Rasmussen, hvat ein politikari kann lova listafólki fyri atkvøðu teirra. Oddfríður dregur her ein sera áhugaverdan tátt upp í valstríðið. Oddfríði nýtist ikki at sannføra meg um tann týdning, sum listin hevur og um ta sannroynd, at korini hjá føroyskum listafólkum áttu at verði munandi betri. Menniskjan livir ikki av breyði eina, tað skal bæði tað andaliga og tað kulturella til fyri, at vit skulu kenna eina meining og gleði við lívinum. Ein ketta hevur livað sum ketta, síðan Gud skapti heimin, men í menniskjuni hevur Várharra lagt evnini til annað enn tað. Tað fólk, sum er ført fyri at endurnýggja seg mentanarliga, er eisini ført fyri at endurnýggja seg vinnuliga, tí er tað ikki av leið, tá Oddfríður sigur, at mentan selur fisk. Føroyingar hava vunnið móðirmálinum heiður og æru. Vit hava funnið okkara tjóðskaparliga samleika við nógvum av tí, sum hongur uppi við hesum, men heilt komin á mál eru vit ikki enn, og tað koma vit neyvan við tað fyrsta, tí hugmyndir okkara hava lyndi til at broytast og taka nýtt skap og vit við teimum.

Í nógv Harrans ár hevur verið tosað um at byggja ein Føroyskan Tjóðpall. Vit hava fingið ein viðfáning av karmi um ein tjóðpall, men innihaldið og alt tað, sum fólkini aftanfyri henda pall skapa, er dygd og aftur dygd, so ein grætur gleðitár, næstan hvørju ferð. Hvussu ber tað til, at tingið eftir einari nátt kann taka avgerð um t.d. at bjarga Smyril-Line – ikki tí, at nakað skeivt er í tí – samstundis, sum tað er ómetaliga tungt at fáa skapt góðar karmar um ein hóskandi tjóðpall? Vit mugu minnast til, at tað er ikki bert tann vakra føroyska náttúran, men so sanniliga eisini eitt ríkt og virkið mentanarligt og listarligt lív, sum dregur okkum og onnur at hesum landi. Vit skulu skipa soleiðis fyri vinnuliga og búskaparliga, at vit fáa ferð á búskaparvøksturin í samfelagnum, og her eiga vit straks at binda um heilan fingur og taka avgerð um, at listin og granskingin verða partur í búskaparvøkstrinum. Ein rithøvundur skrivar ikki bert bøkur, men bøkur skapa eisini arbeiði bæði í framleiðsluliðinum og í søluliðinum, og tað ger restin av listini eisini.

Listaháskúli Føroya

Oddfríður spyr eftir listarligum verkstøðum sum atelier, venjingarhøli, framsýningarhøli, ið kann skapa eitt umhvørvi til listafólk. Her havi eg eitt uppskot, sum fleiri onnur eisini halda er rætt. Vit skulu umskipa Føroya Fólkaháskúla til Listaháskúla Føroya. Ein skúla fyri list í víðastu merking, har fólk kunnu læra at skriva, tekna, mála, spæla sjónleik, gera film, sniðgeva og finna uppá heilt nýggjar listarligar framberingarhættir. Samstarv skal fáast í lag við Føroya Musikkskúla, og listaháskúlin kemur at liggja eina snørislongd frá Læraraskúlanum, sum nú er ein partur av Fróðskaparsetri Føroya. Tað skuldi ligið væl fyri við einum neyvum samstarvi har eisini. Fyristøðumaðurin á háskúlanum er sjálvur rithøvundur, sum enntá hevur fingið virðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókmentir.

Ein slíkur listaháskúli gevur arbeiði til nógvar hendur millum listafólk, bókmentafrøðingar, rithøvundar og lærarar, og tað ber til at útbúgva fólk á ymiskum stigum – eisini sum partur av útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum. Á háskúlanum eru skúlastovur, høll, køkur og alt tað, sum skal til fyri at fara í gongd straks og lata skúlan savna seg um list í breiðum týdningi – einum virksemi, sum longu er byrjað við sjónleikaraskúla og filmskúla. Her ber til straks at fáa í lag eitt livandi og skapandi listarligt umhvørvi, um listafólk og onnur áhugað standa saman. Skulu vit bíða eftir nýggjum húsum koma vit at bíða leingi, men her hava vit hølini, sum bíða eftir okkum. Tað eru eisini kømur at búgva í hjá fólki, sum koma langvegis frá, og tað ber til at hýsa teimum, sum koma til styttri skeið.

Latum okkum gera Føroya Fólkaháskúla til Listaháskúla Føroya í samstarvið við Fróðskaparsetrið, tað forðar ikki á nakran hátt fyri, at tey skeið, sum eru og hava verið har, kunnu halda á fram. Lærarar eru á skúlanum og listafólk og rithøvundar ber til at knýta at skúlanum. Hesum vil eg, um eg komi á ting, arbeiða fyri av fullum hjartað. Eisini lívið hjá listafólkunum skal gerast lættari og rættari.

Maritimar eldsálir og sjóvinnugransking í Føroyum

Fyri umleið 140 árum síðan byrjaðu føroyingar at standa við vaðbeini og at verða sjómenn. Tað, sum hendi tá við salt- og klippfiskaframleiðsluni, broytti Føroyar og svarar til ídnaðargerðingina aðrastaðni. Síðan tá, er hend ein øðilig broyting, og Føroyar hava ment eina stóra teggju av fyritøkum innan sjóvinnuna. Í dag snýr tað seg ikki bert um fiskivinnu, men eisini um aðra sjóvinnu, sum arbeiðir á heimsins høvum í víðastu merking. Her hava vit føroyingar eitt stórt potentiali, sum vit kunnu vaksa um og menna. Fyritøkan Vónin hevur t.d. dugað støðugt at tillaga og endurnýggja seg og varð av tí sama kosin sum ársins virki enn eina ferð.

Tillaging er týdningarmikil, um vit vilja vøkstur. Vit hava góðar sjómenn, vælútbúnar skipsførarar og maskinmeistarar við hollum royndum, og vit hava ein góðan Vinnuháskúla. Føroyar hava, er mær sagt, eina ta bestu og mest attraktivu altjóða skattaskipanina fyri skip í altjóða sigling – FAS-skipanin. FAS-skipanin hevur fingið nógv skip til Føroya, og í dag eru fleiri føroyskar fyritøkur í starvast við at umsita hesi skip og nýta gott av FAS-skipanini, sum hevur drigið nógv arbeiði til Føroya og kann draga uppaftur meira. Einki er fullkomið, serliga tá talan er um kompleks viðurskifti, men við eini áhaldandi tillaging skuldi borið til at gagna øllum pørtum.

Maritimu eldsálirnar mugu ikki sløkkjast
Um stutta tíð verður Vinnuháskúlin partur av Fróðskaparsetrinum við skyldu til at granska og skipa fyri miðvísari sjóvinnuligari nýskapan og gransking í Føroyum. Ein gransking, sum fyrst og fremst skal fáa fram nýggjan kunnleika og vitan innan alt tað maritima, soleiðis at hetta vinnuøkið skal kunna skapa størri inntøkugrundarlag fyri land okkara. Skal hetta eydnast, er tað neyðugt frá byrjan at taka tey uppí, sum hava vitan, og sum hava fingurin á pulsinum í hesari vinnu. Tað er av alstórum týdningi at fáa lýst, hvat hendan vinna snýr seg um, og teir møguleikar henda vinnan ber í sær fyri búskaparligan vøkstur í Føroyum. Í dag framleiða og selja vit ikki bert lutir og tøkni, men sanniliga eisini tænastur, kunnleika, vitan og álit. Eldsálirnar í tí føroysku maritimu vinnuni duga, vita og vilja, men eldhugur teirra má ikki sløkkjast, login skal verða hildin brennandi. Tí mugu vit longu nú leggja lunnar undir ta sjóvinnugransking, sum skal fara fram á Vinnuháskúlanum, fáa fatur á teimum røttu granskarunum, og spurdómarnir eiga at setast í samvirkan við maritimu vinnuna, Tá praktikarar og teoretikarar arbeiða hond í hond, kemur nakað burturúr. Vit mugu sum skjótast stinga út í kortið, halda kósina, og vit mugu taka avgerðir og halda tær.

Vit mugu vísa “rettidig omhu”
Tøkniligu samskiftismøguleikarnir í dag gera, at vit, sum ongantíð fyrr, kunnu halda okkum til á flestu økjum í teirri sjóvinnuligu menningini. Vit mugu gera tað lættari at menna eina altjóða maritima vinnugrein á Føroyalandi, sum kann verða ein tann fremsta til at skapa vøkstur og inntøkur til landið. Fyritreytin er, at tann umsiting, sum tekur sær av hesum, kennir sína vitjunartíð, er skjót og effektiv og sýnir tað, sum Mærsk rópar “rettidig omhu”. Tað merkir, at politiski myndugleikin sleppur fyrisitingini burturúr møguligari tálmandi býrokratiskari óvissu, so tað ikki køvir eldhuga og sløkkir eldsálir, sum brenna fyri gransking, nýskapan og vøkstri. Tað skal verða lættari og rættari. Skil skal sjálvandi verða á, so vinningur og vøkstur ikki fer millum skins og hold, men verður øllum pørtum at gagni, bæði samfelagnum og teirri maritimu vinnuni sjálvari. Hesum vil eg millum annað arbeiða fyri, um eg verði valdur á ting.

Tað skal verða lættari at eldast

1. oktober hevur ST ásett at verða altjóða eldradagur, og hesin dagurin varð eisini hildin 30. septembur í høvuðsstaðnum. Tað var mær ein sonn gleði at síggja so nógvar javnaldrar, og tey sum eldri vóru, verða sjónlig í allmenna rúminum henda dag. Satt at siga, er tað ikki so ofta, at vit eldri trýna fram og gera vart við okkum. Lesur ein bløðini, setir seg á Hvonn ein seinnapart ella vikuskiftiskvøld, gongur sær ein túr eftir Havnarvág ella gjøgnum sørvágsbygd, er tað rámandi, hvussu hesi rúm eru undirumboðað av eldra ættarliðnum. Eitt undantak er, tá ovurstóru ferðaskipini yvirtaka alt kajplássið í Havn, og útlendskir eldhugaðir og ágrýtnir pensionistar floyma í land. Tað er ein sonn gleði at síggja, og hevði eg ynskt, at myndin av føroyska samfelagnum á sama hátt varð meira málað av eldra huglagnum.
Tað verður ofta tosað um, at tað eigur at verða javnvág í teimum fólkum, sum umboða okkum á tingi – javnrættindi skulu vera millum menn og kvinnur. Hetta er sjálvsagt. Tað er eisini ein annar javnrættur, sum vit eiga at hugsa um og lata koma fram í verki, og tað er rætturin hjá teimum, sum eru eldri og gomul. Hesi fólk hava politisk og samfelagslig áhugamál og eiga tí eisini at lata seg umboða á tingi og skulu ikki lata seg forfjóna.
Tey eldru hava øll gjørt sína skyldu í samfelagnum, sum arbeiðsmegi, sum mammur, pápar, abbar og ommur, og tey ríka okkara samfelag við sínum vísdómi og ómissandi lívsroyndum. Samfelagið alt hevur einaferð ligið á herðum teirra, og vit kunnu takka teimum fyri, at vit eru komin higar, vit eru. Vit mugu ikki nakrantíð gloyma hitan av hondunum á teimum, ið hava borið okkum fram og hava tikið stór og neyðug lógvatøk okkum at gagni. Tískil hóar mær lítið nú politikararnir, kanska ikki so nógv hjá okkum sum aðrastaðni, eru farnir at tosa um eldrabyrðuna. Hetta er eitt sera ódámligt orð. Byrðar koma altíð at skula berast, av øllum í samfelagnum, eisini av teimum børnum, sum fødd verða í dag, men lyfta vit saman, er byrðan lættari:

Ábyrgdin á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.

Øll vóna vit, at tey sum koma aftaná okkum, fara at duga at bera byrðuna betur enn vit – og tað eydnast fyri tað mesta hjá teimum eisini, men fyri tað eiga eldri og gomul fólk ikki at halda seg aftur, men eiga eisini – um heilsan er til tað –  sjálvandi at gera vart við síni politisku ella samfelagsligu sjónarmið, so tey ikki verða fyri vanbýti. Tað er so skjótt at verða burturgoymdur og marginaliseraður í øllum meldrinum í tí modernaða samfelagnum, um ein ikki ger vart við seg.
Tað eru nógv eldri fólk, sum hava ein góðan knokk, grundleggjandi vitan og royndir, og sum hava ómetaliga nógv at geva samfelagnum og hvørjum øðrum.Vit skulu lurta eftir teimum, og tað eiga vit at gera. Meginparturin av tí, sum eg havi fingið av skafti og skrivað um sum fólkalívsfrøðingur, byggir á tað, sum eldri fólk hava sagt mær. Tað eri eg teimum inniliga takksamur fyri, tí tey hava hjálpt mær at gera land og fólk okkara munandi størri í orðum og í søgu. Takk fyri tað. Tað sum eg ætli mær at arbeiða fyri er, at tey eldru skulu fáa tað lættari og fáa eitt gott, ríkt og hugaligt lív, tá sólin á kvøldi setur. Sólsetur er eisini vakurt.
Vit skulu liva sum ein dagur var sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur.

fredag den 14. oktober 2011

Í bowlarahatti á Tvøroyri.

Jóan Pauli Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum, hugleiðir

Næst eftir Sørvágsfjørð kenni eg Trongisvágsfjørð best, tí eg ferðaðist har um sumrarnar í 1950-unum. Fastur mín var gift við Sigmund Snikkaranum. Hann átti ein árabát. Ikki bert slapp eg við honum, tá hann fór at dyrgja ella royna eftir reyðfiski, men eg slapp sjálvur at hava bátin og at rógva við honum  um allan fjørðin – til Tjaldavíkshólmi og inn á botn í Trongisvági. Tað var sjáldan, at eg var einsamallur í bátinum.
Tvøroyri bar dám av stórbærum reiðara- og handilsvirksemi. Reiðarum og handilsmonnum, sum hildu uppi eini ektaðari borgarligari mentan – einki ilt um tað – ein og sama mentan, sum var at finna í fleiri øðrum virknum býum aðrastaðni í Norðurlondum, við fínum húsum og prýðiligum havum og einum atburði, sum tú annars bert fanst í teirri stóru verð.
Men har vóru eisini fiskimenn og arbeiðsfólk – og fiskagentur komu í síni tíð úr øllum heraldshornum úr Føroyum at arbeiða í fiski, onkrar teirra húsaðust enn á loftinum í einum gulum pakkhúsi, tá eg var har og ferðaðist. Ítøkiligasta ímyndin av arbeiðara og fiskimannaklassanum var at finna í býlinginum Kirkwall – ella  Valinum, har húsini stóðu tætt saman. Ein mergjaður arbeiðaraklassi, ið ikki bert hevði heitt blóð, men sum eisini hevði eitt stættarmedvit, sum vildi nakað, og sum gjørdi sítt til at leggja grund undir eini arbeiðaramentan, sum førdi til ítøkiligan samtøkupolitikk, eitt nú Ísvirkið. Fyri ein fólkalívsfrøðing var og er Tvøroyri við sínum mótsetningum ein ómetaliga áhugaverdur staður. Kanska er klassamunurin ikki tann sami í dag sum tá, tí tíðir broytast og fólkið við. Nú er sambandið manna millum ofta at líkna við strukturin í einum tallerki við spaghetti, har alt grípur inn í hvørt annað og konturarnir eru tí ikki longur so klárir, sum teir vóru fyrr.
Inni í Trongisvági hevði eg eina ommusysti, Juliu, ið var gift við Alexander Hvidtfeldt, ein gamal hugnaligur skipari. Honum hevur helst dámt meg, tí ein dag kom hann og setti ein svartan bowlarahatt á 12-ára gamla høvur mítt og segði, at eg skuldi eiga hattin. Eg kendi meg veruliga sum ein lord, tá eg í bowlarahatti fór gangandi út á Tvøroyri og legði leiðina oman í kioskina hjá Erik Eje fyri at keypa eitt ella annað – kanska ein ís, sum var forkunnugt hjá einum vágadreingi. Eg gekk í bowlarahatti tað árið, tá russar sendu fylgisveinin Sputnikk út í rúmdina.
Ikki kom tað tá mær til hugs, at eg mong ár seinni í 1970-árunum skuldi koma at tosa við fólk og taka samrøður upp á band um lívið á Tvøroyri og skriva um tað í bók, so at eg skuldi verða ein av teimum, sum kom at skriva Tvøroyra søguna. Ei heldur grunaði eg, at eg á 150-ára hátíðardegnum hjá Tvøroyri, skuldi koma at fáa tann stóra heiður at halda røðu á trappuni hjá Thomsen í tí sama mentanarumhvørvi, sum eldsálin Anna Kristin Thomsen í dag av øllum alvi stríðist fyri at varðveita.
 Henda dag á trappuni hjá Thomsen mundi eg gjørt sum amerikanski forsetin John F. Kennedy, tá hann í røðu síni 26. juni 1963 á Rudolph Wilde Platz  í Berlin segði tey víðagitnu orðini: "Ich bin ein Berliner." – eg eri ein berlinari.  Eg mundi sagt: “Eg eri ein Tvørámaður”, men tað var av ongum, tí so fastgrógvin var mín sørvágsidentitetur longu tá, at helt eg meg fara at svíkja sørvingar, um eg segði tað.
Tá eg í dag síggi spurvarnir gera sær dælt av ribsberunum í havanum hjá mammu míni  í Sørvági, komi eg at hugsa um spurvarnir, sum eg fyri fyrstu ferð sá á Tvøroyri í 1950-árunum. Síggi eg ein bowlarahatt, so komi eg at hugsa um vinsæla Alexander Hvidtfelt og um Tvøroyri. Bowlarahatturin fekk tíverri eina syndarliga lagnu í Sørvági í einum bardaga millum Liðadreingir og Heimadreingir. Ein Liðadrongur tók hattin av høvdi mínum, blakaði hann upp í loft og stakk svør sítt upp ígjøgnum hann, so hann kom at síggja ógvuliga syndarligur út og tók frá mær allan hug at seta hann á høvdið aftur. Men komi eg aftur at halda røðu á Tvøroyri, fari eg kanska at siga, sum Kennedy segði í Berlin í 1963.